Luddi fingið sveinabræv

Jóhann Ludvík Laksáfoss – eisini kallaður Luddi, gjørdist sveinur fríggjadagin tann 24 februar.

Luddi hevur verið í vaksnamannalæru hjá J&K Petersen seinastu 14 mánaðirnar, og gjørdist sveinur í húsasmíð fríggjadagin. Hetta hátíðarhildu vit á kontórinum mánadagin við einum drekkamunni, har Luddi fekk handað sveinabrævið, blómutyssi og gávu frá lærumeistaranum, Fríða Reinert Djurhuus.

Luddi hevur starvast í góð 15 ár í byggivinnuni, og hevur eitt serligt eyga til smálutir og snøklar í arbeiðinum.

J&K Petersen takka fyri tíðina, Luddi hevur lært hjá okkum, og vit gleðast um, at Luddi heldur fram hjá okkum, nú sum sveinur.   

Onnur tíðindi