Lærlingar til húsasmíð

Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir lærlingum til húsasmíð.

Ert tú álítandi og ágrýtin átti tú at søkt lærupláss hjá okkum.

Vit ynskja lærlingar, ið eru stoltir av sínum faki og samstundis eru:

  • álítandi og taka ábyrgd í arbeiðinum
  • hava góð samstarvsevnir
  • arbeiðssamir
  • røknir og fyrikomandi
  • ágrýtnir

Tú kanst fáa meira at vita um læriplássið við at venda tær til Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036 ella tú kanst senda eina umsókn til: starv@jkp.fo

Størvini verða sett eftir nærri avtalu.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Handverkarafelag.

Um J & K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi