Koblingsstøð á Húsareyni

Í dag hevur lisitatión verið í samband við byggjan av koblingsstøð til Vindmyllurnar á Húsareyni. J&K Petersen hevði lægsta tilboðið, sum var á krónur 15.589.059,00.

SEV fer nú saman við Landsbyggifelagnum at meta um tilboðini, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvør fær arbeiðið. Tilboðini verða gjørnumgingin og síðani verða sáttmálasamráðingar.

Arbeiðið fer í gongd, so skjótt avgerðin er tikin. Koplingarstøðin skal eftir ætlanini verða liðug um árskiftið 2014-15.

Koplingarstøðin á Húsareyni skal flyta streym frá vindmyllunum út á 60 kV flutningskervið hjá SEV. Koplingarstøðin skal hýsa serligu battarískipanini, ið verður ment til vindmyllurnar á Húsareyni. Hetta verður gjørt fyri at tryggja eina støðuga streymveiting frá myllunum.

Onnur tíðindi