Koblingarstøð í Runavík

Í samband við økta virksemið í Runavík, hevur elfelagið, SEV, tikið stig til at byggja Koblingarstøð í Runavík. Bygningurin, sum liggur norðanfyri Magn, er 264 m² til støddar. Niðara hæddin er 202 m² og ovara hæddin er 62 m². Ein transformaragarður verður vestanfyri, har tveir transformarar koma at standa.

Norðanfyri verður gjørd ein trappa, sum skal binda havnaøkið saman við høvuðsvegin.

Bygningurin er staðstoyptur, tó er takið betongelementir. Útveggir verða bjálvaðir útvendiga, pussaðir og síðani málaðir við SEV litum. Takið er bjálvað og tjørupapp lagt omaná. Transformaragarðurin verður umgirdur av gittarristum, sum verða monteraðar á stálbjálkar og súlur. Inni verða veggir fultspartlaðir og síðani sproytumálaðir. Gólvini eru innstallatiónsgólv og epoxyviðgjørd.

Arbeiðið gongur eftir ætlan í tøttum samstarvi við veitarar, undirveitarar og ráðgevarar.

Arkitektar: Árni Winther Arkitektar.

Konstruktión: LBF

HVS, Kloakk og EL: SMJ

Onnur tíðindi