Á myndini sæst Jónas Hansen, J&K Petersen. mynd: KVF.

Kálk til jørðina – brot úr KVF fríggjakvøldið

Gjøgnum longri tíð hevur J&K Betong arbeitt við møguleikanum at endurvinna avlopsbetong.

Stór íløga er gjørt í reinsi- og skiljiverk, soleiðis at avlopsbetong kann vaskast og skiljast. Tá kann sandur, skervur og slamm endurnýtast.

Nú er staðfest, at nógv kálk er í avlopsbetonginum. Í samráð við Umhvørvisstovuna og Búnaðarstovuna verða nú royndarverkætlan við nýstlu av endurvunnið kálk gjørnumførd.

Tað er sera kostnaðarmikið hjá landbúnaðinum at innflyta kálk, so hetta er avgjørt ein spennandi leið at ganga. Tað fremur úrtøku hjá øllum pørtum.

Gróðurin hjá landbúnaðinum veksur til minni kostnað og størri partur av avlopsbetong verður endurnýtt.

J & K roynir við við hesum tiltakinum, at vekja ans fyri størri vinning hjá umhvørvinum.

Sí tíðindastubba á KVF her

Á myndini sæst Jónas Hansen, J&K Petersen.

Mynd: KVF.

Onnur tíðindi