Kaffimik og vitjan frá Áhugafelagnum Antares

Í seinastu viku høvdu vit vitjan av Áhugafelagnum Antares – vit sum starvast uttanlands.

Endamál felagsins er:

  • virka fyri at nøra um samstarv og samanhald í millum limirnar, og ímillum familjur teirra
  • eftir førimuni at verða teimum limum til hjálpar, sum á ein ella annan hátt koma illa fyri
  • eftir førimuni at veita limum ráð og vegleiðing um skattaviðurskifti, pensjónsviðurskifti o.a.
  • skipa fyri fyrilestrum og á annan hátt savna inn vitan til limirnar
  • skipa fyri tiltøkum so sum útferðir, bowling, veislum og annað sum kann nøra um samanhaldið
  • at samanseta og senda út tíðindi til Skip og bátar

Sum ein fastan tátt, so hittast tey – sum eru heima – til morgunmat og Kaffimik hvønn fríggjamorgun á hesum støðum:

– Kaffihúsið í Vágsbotnið

– Hjá Jórun í Klaksvík 

– Pubbin á Tvøroyri

– Undurhúsið á Toftum og í Skálavík.

– Effo støðin í Skálabotni 

Men av og á verða avtalur eisini gjørdar við fyritøkur, har limirnir í staðin fara út at vitja fyritøkur fríggjadagar.

Í sambandi við vitjanina á Hjalla, nýttu vit høvið at greiða frá søguni hjá felagnum, um trygdarskipaninar í felagnum v.m. , eins og vit greiddu frá teimum størru verkætlanunum, sum vit arbeiða við í løtuni.

Eisini varð kunnað um, at J. &. K. Petersen eru undangóðkendir at bjóða upp á flogbreytina í Qaqortoq (Julianehåb), eins og víst varð runt á blandistøðini og høvuðsbygninginum hjá felagnum á Hjalla.

Vit takka Anteres fyri vitjanina.

Onnur tíðindi