Jørðarbeiðið til bygning á Óðinshædd byrjað

Vit í J & K eru komin væl áleiðis við jørðarbeiðinum á Óðinshædd, har skrivstovubygningur skal standa klárur um árskiftið. Avgrevsturin er um at verða liðugur, so vit kunnu byrja bori og spreingiarbeiðið í nærmastu framtíð. Harnæst kemur planeringin.

Kloakk og betongarbeiðini verða væntandi byrjað um mánaðarskiftið apríl mai. Fyrireikandi el og timburarbeiði verða sett í verk um somu tíð. Síðan kemur nakað av stálarbeiði og aftaná hetta verður farið í gongd við stoypa dekk í bygninginum.

HVS arbeiðið verður sett í verk seinni ár, síðan kemur málaraarbeiðið og harnæst gólvarbeiðið vm., soleiðis at bygningurin kann avhendast í november desember.

Bygningurin kemur millum annað hýsa grannskoðarafyritøkuna Januar.

 

Onnur tíðindi