J&K vann hallarútbyggingina

J&K Petersen átti lægsta tilboðið viðvíkjandi útbyggingini av Ítróttarhøllini á Hálsi.

Samlaða tilboðið hjá J&K var um 9 milliónir krónur og metingin var áleiðis 8 milliónir krónur. Boðini vóru:

  1. J&K Petersen 9.064.613,-
  2. Sp/f Plan 10.167.629,-
  3. Articon 10.648.010,-
  4. TG Verk 11.248,229,-

Ítróttarhøllin á Hálsi skal leingjast norðureftir móti dramaverkstaðnum á Nabb. Ístaðin fyri parkeringsplássini, ið nú verða mist á økinum norðan fyri høllina, er ætlanin at gera parkeringspláss á økinum millum høllina og R. C. Effersøesgøtu.

 

Onnur tíðindi