J&K Petersen átti lægsta tilboðið viðvíkjandi útbyggingini av Ítróttarhøllini á Hálsi.
Samlaða tilboðið hjá J&K var um 9 milliónir krónur og metingin var áleiðis 8 milliónir krónur. Boðini vóru:
- J&K Petersen 9.064.613,-
- Sp/f Plan 10.167.629,-
- Articon 10.648.010,-
- TG Verk 11.248,229,-
Ítróttarhøllin á Hálsi skal leingjast norðureftir móti dramaverkstaðnum á Nabb. Ístaðin fyri parkeringsplássini, ið nú verða mist á økinum norðan fyri høllina, er ætlanin at gera parkeringspláss á økinum millum høllina og R. C. Effersøesgøtu.