J&K Petersen søkir eftir verkstaðsleiðara og smiði ella mekanikari til verkstaðið

Søkt verður eftir ábyrgdarfullum og skipaðum leiðara til verkstaðið hjá J&K Petersen, eisini verður søkt eftir smiði ella mekanikara til verkstaðið.

Verkstaðið tekur sær av øllum tekniskum og mekaniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, entreprenørmaskinum, amboðum og øðrum, sum hoyrir til tekniska og mekaniska økið.

Førleikakrøv

Vit ímynda okkum, at tú ert útlærdur maskinist, maskinsmiður, mekanikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving, og at tú ert:

  • samstarvssinnað/ur
  • vælskipað/ur
  • arbeiðssom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt

Førleikakrøv til verkstaðsleiðara

Umframt omanfyri nevndu førleikar, vænta vit, at tú hevur leiðsluroyndir.
Millum fremstu uppgávum hjá verkstaðsleiðaranum er at:

  • Deila og leiða alt arbeiðið á verkstaðnum
  • Tryggja at umvælingar og viðlíkahald av maskinum, bilum og størri amboðum verður avgreitt rættstundis
  • Taka sær av fyrisitingarligum uppgávum hjá verkstaðnum
  • Hava ábyrgd av lærlingum

Setanarviðurskifti

Sambært avtalu.

Nakað fyri teg?

Ring til Sigtór A Petersen, stjóra, á telefon 585009 gerandisdagar millum kl. 08-16, og hoyr nærri. Umsókn kann sendast til starv@jkp.fo. Eisini ber til at støkka inn á gólvið á Hjalla 13, Hoyvík.

Umsóknarfreistin er 31. oktober 2022. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Um J & K Petersen:

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 180 fólk starvast í fyritøkuni.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi