Í sambandi við komandi verkætlanir, verður søkt eftir forskallarum til betongarbeiði.
Hevur tú royndir við betong- og forskallingsarbeiði, ert tú vælkomin at søkja.
Vit bjóða góðar og tryggar arbeiðsumstøður har trygdin fyri arbeiðsfólkið er sett í hásætið.
Talan er um fast starv.
Løn sambært avtalu.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.
Umsóknarfreistin er 1. juni 2021 og verður umsókn at senda til: starv@jkp.fo
Um J&K Petersen:
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI