J&K Petersen søkir eftir forskallarum

Í sambandi við komandi verkætlanir, verður søkt eftir forskallarum til betongarbeiði.

Hevur tú royndir við betong- og forskallingsarbeiði, ert tú vælkomin at søkja.

Vit bjóða góðar og tryggar arbeiðsumstøður har trygdin fyri arbeiðsfólkið er sett í hásætið.

Talan er um fast starv.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Finnur Joensen, HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Umsóknarfreistin er 1. juni 2021 og verður umsókn at senda til: starv@jkp.fo

Um J&K Petersen:

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi