J&K besta tilboðið upp á parkeringsøki

Trý virkir lótu inn tilboð upp á at víðka parkeringsøkið í Vága Floghavn.

J&K Petersen hevði besta tilboðið áljóðandi 40,5 mió. kr. Harnæst komu Articon við 42,5 mió. kr., og TG Verk við 44,7 mió. kr. Metingin upp á arbeiðið var 42,9 mió. kr.

Eftir ætlan skal parkeringsøkið víðkast frá 330 til 830 parkeringspláss umframt at parkeringpláss skulu gerast til starvsfólk og annað. Samlaða arbeiðsøkið er um 38.760 fermetrar.

Onnur tíðindi