J. &. K. Petersen og NCC Føroyar undirskrivað sáttmálar viðv. Sandoyartunnlinum

NCC Føroyar og J. &. K. Petersen hava 10. apríl 2019 undirskrivað sáttmálar í sambandi við arbeiði á Gomlurætt á Streymoynni og í Traðardali á Sandoynni.

Sáttmálarnir eru í sambandi við Sandoyartunnilin, sum ætlandi verður klárur at koyra ígjøgnum í desember 2023.

Mett verður, at 300-400 bilar fara at koyra ígjøgnum tunnilin um samdøgrið.

Arbeiðið hjá J. &. K. Petersen umfatar í høvuðsheitum gerð av innkomuvegi til tunnilin og alt arbeiði uttanfyri tunnilin á Gomlurætt og í Traðardali.

Arbeiðið verður endaliga avhendað, tá NCC Føroyar avhendar tunnilin til P/F Eystur- og Sandoyratunnilin.  

Partarnir arbeiða miðvíst fram ímóti at tryggja at tíðarætlaninar halda.

Til staðar í sambandi við undirskrivingina vóru Alf Helge Tollefsen og Sigurd L. Lamhauge frá NCC

Føroyum og Sigtór A. Petersen og Niclas Joensen frá J. & K. Petersen Contractors.

NCC Føroyar og J. & K. Petersen samstarva eisini um fleiri onnur arbeiði í sambandi við tunnlarnar. Hesi arbeiði eru á Strondum, á Hvítanesi og í rundkoyringini á Rókini í Eysturoynni. Undirskrivaðu sáttmálarnir eru sostatt framhald av tí góða samstarvinum, sum er millum feløgini.  

Onnur tíðindi