J & K Petersen avhendað grótlaðing til Sjóvar Kommunu

J & K Petersen avhendað grótlaðing til Sjóvar Kommunu

Mikudagin 19. mai avhendaði J &. K Petersen grótlaðing til Sjóvar Kommunu. Avhendingin fór fram í hølunum hjá kommununi.

Sáttmálin varð undirskrivaður við endan av 2018, og er arbeiðið gjørt í tveimum umførum, soleiðis at hetta er tillagað í mun til arbeiðið í sambandi við Eysturoyartunnilin og tunnilsmunnan á Strondum.

Tunnilin lat upp í seinnu helvt av desember 2020, og eftir hetta varð seinasta hond løgd á grótlaðingina.

Arbeiðið hevur umfatað 350 metrar av grótlaðing við sjóvarmálan við tunnilsmunnan á Strondum.

Liðugt til ásettu tíðina

Verkætlanarleiðarin hjá J & K Petersen, Sigtór A. Petersen, sigur í stuttari viðmerking, at “arbeiðið hevur gingið væl, og at samstarvið millum okkum og byggiharran, Sjóvar Kommunu, hevur verið fyrimyndarligt. Hetta hevur viðvirka til, at arbeiðið er liðugt sum ásett í avtaluni og sambært kostnaðarmetingini, eins og hetta hevur viðført, at starvsfólkið hjá J & K Petersen hevur gjørt alt fyri at avhenda stundisliga.”

Borgarstjórin í Sjóvar Kommunu, Artur Johansen, sigur: “Vit eru sera væl nøgd við laðingina og tað gjørda arbeiðið. Samstarvið millum arbeiðstakara og byggiharra hevur verið gott. Góða samstarvið hevur millum annað havt tað við sær, at arbeiðið er liðugt til avtalaða tíð og til avtalaðan kostna – tað eru vit í Sjóvar Kommunu sera takksom og fegin um”. Víðari sigur hann, “at vit nú hava fingið eitt stórt økið á umleið 18.000 m2, sum kann brúkast til framtíðar virksemi, og at kommunan í løtuni arbeiðir við ætlanum, kanningum og møguleikum, soleiðis at besta nýtsla fæst burtur úr økinum.”

Uttast frá vinstru; Sigtór A. Petersen, Johan Johansen, Atli R. Mikkelsen og Hallur Djurhuus.
Onnur tíðindi