Innsiglingin til Skopunar havn ruddað

Arbeiðsfólk hjá J&K Petersen á graviflakanum, Pollinum, hava í seinru helvt av august og september arbeitt við at rudda innsiglingina til Skopunar Havn. Nú er ruddað og grótið burtur.

Løgtingið játtaði í summar 2 milliónir krónur til arbeiðið at beina burtur tað stóra grótið, ið var til stóran ampa fyri siglingina hjá Teistanum. Innsiglingin í Skopun fekk stóran skaða í ódnarveðrunum, sum vóru seinasta vetur.

 

Onnur tíðindi