Í gongd við stoypingina av kai í Fuglafirði

Nú er arbeiðið at gera seinru bryggjuna, frystikaiina í Fuglafirði, komið so væl áleiðis at byrja verður at stoypa atløgukantin, nú páskavikan er farin aftur um bak.

Byrjað varð í november 2015, so sigast kann, at væl hevur gingist við at spunsa og fylla grót út í havnalagnum. Samstundis sum havnaútbyggingin er gjøgnumførd, hevur J&K tikið ímóti gróti úr frystitunlinum í Fuglafirði, ið LNS hevur skotið.

J&K hevur eisini staðið fyri og gjørt útfylling til økið, har Havsbrún ætlandi skal byggja eina stóra mjølsilo. Til hettar arbeiðið eru umleið 20.000 rúmmetrar av tunnilsgróti nýttir.

Síðan november í 2014 hevur J&K bygt tvær bryggjur í Fuglafirði, eina fóðurbryggju og nú frystibryggjuna.

 

Onnur tíðindi