Vegna økt virksemið verður søkt eftir byggi- ella verfrøðingi ella persóni við líknandi útbúgving til J&K Petersen.
Arbeiðsøkið verður í høvuðsheitum at arbeiða við útførandi arbeiðsuppgávum. J&K Petersen hevur nógvar stórar og spennandi verkætlanir fyri framman, ið krevja fakligan kunnleika til arbeiðsøkið innan bygging.
Persónurin kemur í tøttum samstarvið við projektleiðslu at taka sær av arbeiðsuppgávum, at skipað og tilrættisleggja arbeiðsgongdir í ávísum verkætlanum við serligum atliti til EL.- og HVS- og ventilatións økið.
Arbeiðsuppgávurnar fevna eisini um jørð- og betongarbeiðið og annars byggiarbeiði sum heild.
Arbeiðsuppgávur:
- Eftirlit
- Kvalitetssikring
- Planlegging
- Samstarv og samskipan av undirentreprenørum
Førleikar:
Ynskiligt er at tú hevur innlit í skipanir sum:
- AutoCad
- Revit
- Office v.m.
Løn og setanartreytir:
Løn sambært avtalu.
Umsóknarfreiðstin til starvið er 18. mars 2020.
Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Finnur Joensen, HR-leiðara á tlf. 585036.
Søk starvið her.