Havnarútbyggingin góðtikin

Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur góðtikið verkætlanini hjá Tórshavnar kommunu at útbyggja Tórshavnar havn.

Landsstýriskvinnan hevur givið Tórshavnar kommunu loyvi at halda fram við útbyggingini og loyvir broytingini í byggisamtyktini.

Heilsu- og Innlendismálaráðið metir, at Tórshavnar kommuna hevur fyrihildið seg til møguligar avbjóðingar, ið hava verið lýstar í innkomnum mótmælum, umframt at kommunan hevur givið ráðnum nøktandi frágreiðing fyri, hví tað ikki verður bygt aðrastaðni í kommununi.

Onnur tíðindi