Hakin settur í Langhylin mikudagin

Við langhylinum tekur føroysk svimjing eitt stórt stig út í heim við luttøku í altjóða kappingum, eins og Føroyar kunnu hýsa størri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum.

Mikudagin fer Annika Olsen, borgarstjóri, at seta hakan í Langhylin og siga nøkur orð.

Býráðið samtykti 6. novembur at taka av høvuðsarbeiðstøkusáttmála uppá 147.5 miljónir kr við P/F J&K Petersen. Og 30. novembur varð sáttmáli undirskrivaður millum J&K Petersen og Tórshavnar kommunu.

Tá ið fyrsta flagið er loyst, verður farið beint víðari at rigga byggiplássið til. Langhylurin skal verða liðugur í 2023.

SNA hevur teknað og lagt Langhylin til rættis.  

Tiltakið byrjar klokkan 15. Tá ið fyrsta flagið er grivið av svørðinum, verður kaffi og kaka at fáa í svimjihøllini í Gundadali.

kelda: torshavn.fo

Onnur tíðindi