FSF bygningur væl ávegis

Endaligi formurin á nýggja og stásiliga umsitingarbygninginum hjá FSF við Tórsvøll er nú veruliga við at vísa seg. Nógvur aktivitetur er á plássinum, og byggiplássið er nú trongligari.

Arbeitt verður støðugt við útbyggingini av tjóðarvøllinum. Nýggi FSF bygningurin við suðurendan av vøllinum stendur eftir ætlan liðugur beint eftir summarfrítíðina.

Ovara betongdekkið undir triðju hædd er klárt at stoypa, samstundis sum tekjan omanfyri triðju hædd, verður tróðrað.

Fjarhitið verður grivin vestanfyri til at føða nýggja FSF umsitingarbygningin við hitaorku.

Montaga av glasfasadani í neðra er byrjað, og so hvørt sum grovu bygningspartarnir verða klárir omanfyri, flytur glasmontagan aftaná. Húsið verður innidekkað, og so smátt er farið undir fyrsta partin av inniarbeiðinum.

Tá ið føroyska A-landsliðið 7. september fer undir nýggju EM undankappingina við heimadysti móti Finnlandi, skal suðurendin eftir ætlanin standa liðugur. Tá verða 900 nýggj sitipláss til taks, og sum tey fyrstu koma hesi at verða undir taki.

Onnur tíðindi