Nýggi og stásiligi bygningurin, til umsitingingina hjá FSF við Tórsvøll, er við at taka skap
Berandi og stabiliserandi betongveggirnir við skjøldrarnar og í miðjum bygningi eru komnir upp í hæddirnar og er hetta arbeiðið liðugt.
Fyri sløkum mánaða síðan komu berandi stálkonstruktiónirnar upp, sum serliga bera dekkini bæði, áskoðaraplássini og takkonstruktiónina.
Eisini verða trapezplátur lagdar út á hæddirnar so hvørt. Eftir hetta verða dekkini stoypt, og bygningurin klárur at verða innilokaður.