Framleiðsluhøllin hjá Vónini reist

So var aftur reisigildi. Hesuferð hjá P/F Vónini í Fuglafirði.

Øll stálkonstruktiónin er komin upp at standa í nýggju framleiðsluhøllini hjá Vónini. Høllin liggur úti á Enni í Fuglafirði.

Arbeiði hevur gingið væl og vísur hetta á at okkara arbeiðsfólk ger eitt dygdar handverk.

Vit ynskja P/F Vónini hjartaliga tillukku.

Afturat framleiðsluhøllini er tilbygdur ein skrivstovubygningur til umsitingina hjá P/F Vónini.

Onnur tíðindi