Formaður til betongarbeiðið

Søkt verður eftir formanni til betongarbeiðið. Starvið fevnir um, í samráð við projektleiðslu, at loysa arbeiðsætlanir innan økið. J&K Petersen hevur nógv arbeiðir í gerð, og hevur fyritøkan spennandi verkætlanir fyri framman.

Vit vænta, at tú dugir væl við fólki, og  verður tú við til at leiða og fordeilda arbeiðsuppgávur hjá einum dugnaligum starvsfólkahópi, ið hevur royndir á økinum og eru til dystin fús. Tú skal vera við til at planleggja uppstartin av ymiskum arbeiðum, og hartil eitt nú syrgja fyri, at neyðug amboð og tilfar altíð er á plássinum.

Førleikakrøv    
Um tú hevur royndir innan betongarbeiði, og ert vanur við at ganga undan, er tað møguligani tær vit leita eftir. Vit arbeiða við nútímans útgerð og vænta at tú sum formaður, hugsar í praktiskum loysnum.

J&K Petersen setir trygdina fyri arbeiðsfólkið í hásæti. Tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.

Vit kunnu bjóða tær:

– Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

– Møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.

– Løn, ið samsvara við útbúgving og royndir.

Arbeiðstíðin verður skipað sum vanlig arbeiðstíð. Tó kunnu broytingar koma í arbeiðstíðirnar, um tað krevst.

Tann ið settur verður skal hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. v.m. skulu sendast við maili á: starv@jkp.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 14. nov. 2021.

Um spurningar eru í samband við starvið ert tú vælkomin at tosa við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Um J & K Petersen

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 170 fólk starvast í fyritøkuni.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi