Formaður til betongarbeiði hjá J&K Petersen

Søkt verður eftir formanni til betongarbeiði. Starvið fevnir um at loysa spennandi og avbjóðandi verkætlanir innan stoypiarbeiði. Tú skalt vera við til at fyrireika uppstartin av ymiskum arbeiðum og kemur at verða ein lyklapersónur á verkætlanini.

Í samstarvi við leiðsluna á plássinum skalt tú leiða og býta út arbeiðsuppgávur til starvsfólkahópin.

Vit arbeiða við nútímans útgerð og vænta samstundis, at tú sum formaður hugsar í praktiskum loysnum.

Førleikakrøv    
Um tú hevur royndir sum formaður ella royndir við stoyping og ert vanur við at ganga undan, ert tú tann rætti til starvið.

J&K Petersen setir trygdina fyri arbeiðsfólkið í hásæti. Tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.

Vit kunnu bjóða tær:

– Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.

– Møguleikar fyri fakligari menning.

– Løn, ið samsvarar við útbúgving og royndir.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 21. mars 2022. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Eyðbjørn Karbech Mouritsen, verkætlanarleiðari, á telefon 585011.

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Onnur tíðindi