Fólk til tunnilsverkætlanina og betongstøðina í Suðuroy

Vegna vaksandi virksemi, søkir J&K Petersen eftir fólki til betongstøðina á Drelnesi í Suðuroy. Blandistøðin leverar høvuðssakliga betong til tunnilsverkætlanina millum Øravík og Fámjin, sum J&K Petersen standa fyri.

Viðkomandi, ið verður settur skal vera við at veita betong til Fámjinstunnilin, góðskutrygga og syrgja fyri viðlíkahaldi av støðini. Viðkomandi skal eisini taka sær av fyrifallandi fyrisitingarligum uppgávum hjá betongstøðini og tunnilsverkætlanini sum heild.

Førleikakrøv

Ynskiligt er, at viðkomandi hevur eina handaliga útbúgving so sum hondverkari ella maskinmeistari ella viðkomandi starvsroyndir.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Løn eftir útbúgving og royndum
  • Eitt starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Ymiskar fakligar avbjóðingar

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Umsóknir við prógvum, CV. o.ø. skulu sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 22. desembur 2022. Samrøður verða gjørdar leypandi, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Linn Augustinussen, verkætlanarleiðara, á telefon 585012 ella skriva til linn@jkp.fo

Um J&K Petersen

J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

Onnur tíðindi