J&K Betong søkir eftir bilførara til trumlubil

Vegna økt virksemi verður søkt eftir einum bilførara til trumlubil hjá J&K Betong.

Søkt verður eftir áhugaðum og ágrýtnum bilførara. Arbeiðsøkið hjá tær verður at koyra trumlubil og vanligt viðlíkahald av bilinum, og somuleiðis at innganga í arbeiðið, sum blandistøðin annars fevnir um.

Sum førari av bilinum fært tú tætt samband við okkara kundar, og tú verður partur av einum dynamiskum toymi av bilførarum og starvsfólkum, ið hava nomið sær servitan innan betongøkið. 

Krøv til umsøkjaran: 

Vit hava tørv á at starvsfólkið er fyrikomandi og veitir kundum okkara eitt høgt tænastustøði. 

  • Tað er umráðandi, at tú er ágrýtin, røkin og álítandi.
  • Tú hevur góð samstarvsevnir og er sjálvstøðug/ur
  • Tú ert tænastusinnað/ur
  • Hevur koyrikort (C)
  • Skal tola at arbeiða í skiftandi vaktum

Vit bjóða tær:

Góð og skipað arbeiðsviðurskifti við nútímans útgerð. 

Løn og setanartreytir:

Talan er um fulltíðarstarv í skiftandi vaktum. Løn eftir avtalu. Starvið verður sett so skjótt vit finna rætta umsøkjaran. 

Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband Finnur Joensen, HR-leiðara á tlf. 585036. 

Umsóknarfreistin er í seinasta lagi sunnudagin 15. september 2019.

Send ums. við at fylgja hesi leinkju: https://app.jobmatchprofile.com/44w7x4/j-k-petersen-contractors/mua2ky/fos/forari-til-trumlubil

Um J&K Betong / J&K Petersen Contractors

J&K Betong er partur av virkseminum hjá J&K Petersen Contractors. Í J&K Betong starvast 8 dugnalig starvsfólk. J&K Betong veitir betong til alt betongarbeiði. Vit veita dygdarbetong til sethús, garðar, bilhús, fjós, virkisbygningar, havnagerð, Tunnlar o.a. J&K Betong veitir betong, sum hevur ymiska styrki. Í allari fyritøkuni starvast