Enn eitt umfar við stálsektiónum til brúgv

Náttina millum týsdagin og mikudagin varð annað umfarið av stálsektiónunum fraktað frá vestaru bryggju í Havn til brúnna um Sandá. Flutningurin av stálsektiónum varð gjøgnumførdur í góðum ljósi og góðum veðri, og eydnaðist flutningsuppgávan sera væl.

Henda næsta fraktin á landi av slíkum stórum stálsektiónum umfataði 4 av teimum 13 sektiónunum, ið hava ligið á vestaru bryggju síðan tær komu á land í Havn. Tær næstu og seinastu 5 sektiónirnar verða fluttar og skipaðar eftir eini nærri ætlan seinri í summar.

Tann næsta flytingin gekk á sama hátt sum tann fyrsta eftir ætlan, og varð gjøgnumførd frá vestaru bryggju, eftir J.C Svabosgøtu og Velbastaðvegnum og til brúnna um Sandá omanfyri kirkjugarðin.

Onnur tíðindi