Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir Biggismiðum. Í samband við vaksandi byggivirksemið í felagnum verður økt um okkara starvsfólkahóp við handverkfakligum útbúgvingum. Vit søkja tí eftir timburmonnum í Eystur- og Streymoyar økinum.

Økt virksemið sum heild.

Í Suðurstreymoy stendur nýgerðin av FSF bygninginum fyri framman, samstundis sum J&K er byrja uppá arbeiðið, at byggja íbúðarbygning á Karlamagnusarbreyt. Eisin verður arbeitt við byggiverkætlanum í Eysturoynni.

Sostætt hevur felagið nógv arbeiði fyri framman.

Um tú ynskir at gerast partur av einum breiðum starvsfólkahópi og ert áhugað/ur í dygdargóðum handverkið, átti tú at søkt starv hjá okkum.

Starvsfólkaprofilur:

  • hevur royndir sum handverkari og kann arbeiðs sjálvstøðugt.

  • leggur dent á dygd og trygd

  • góðan arbeiðsmoral

  • samstarvsáhugað/ur

Sum felag kann J&K bjóða góðar arbeiðsumstøður við skipaðum viðurskiftum. J&K hevur nógvar verkætlanir fyri framman og kann umsøkjarin tí vænta javnt og støðug arbeiði.

Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um arbeiðið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Troest, projektleiðara á tlf: 585089 ella við at venda tær til Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Um J&K Petersen

J&K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 200 fólk starvast hjá J&K. J&K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir í fakinum.

Føroysk bygging føroyskur stoltleiki.