Bygdu vegin eftir hálvum øðrum mánaði

Í morgun var hátíðarløta á Keldu í samband við, at J&K Petersen handaði Skálavíkar kommunu vegin til lívfiskastøðina, sum skal byggjast í Skálavík.

Í samband við høvið bjóðaði Skálavíkar kommuna til vælbúgvið morgunmatarborð, har arbeiðsmenn hjá J&K Petersen og leiðsla vóru við umframt onnur, sum hava havt uppgávur og tilknýti til verkætlanina, sum eftir ongari tíð er framd í Skálavík.

Eftir at øll høvdu fingið morgunmat, var løtan, tá stjórin í J&K Petersen, Stein Olvur Petersen formelt handaði borgarstjóranum í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, vegin, sum nú er bygdur til økið, har lívfiskastøðin Bakkafrost skal byggjast.

Vegurin, sum í løtuni verður róptur nýggi Bakkavegur, er 370 metrar langur. Breiddin av sjálvari vegabreytini er 7,5 metrar, og haraftrat er umleið hálvur triði metur lagdur av til gongubreyt. Samlaða vegabreiddin við øllum er tískil 10 metrar.

Tað hevur bert tikið hálvan annan mánaða hjá J&K Petersen at byggja vegin, sum liggur ógvuliga væl í landslagnum. Hóast onkrir steðgir hava verið í pørtum av arbeiðnum, tá eitt nú boriútgerðin skuldi viðlíkahaldast, hevur arbeiðið gingið bæði skjótt og væl.

Tað er merkisvert, at røsku menninir hjá J&K Petersen hava megnað at framt hetta arbeiði eftir so stuttari tíð á hávetri og í teimum vánaligu líkindunum, sum verið hava síðan á jólum. Arbeiðið byrjaði í desember, og í morgun varð vegurin so handaður.

Kostnaðarætlanin hevur hildið, og borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, rósti í morgun monnunum hjá J&K Petersen fyri framúr gott og væl frágingið arbeiði og entreprenørfelagnum annars fyri fyrimyndarligt samstarv.

Kelda: In.fo (Vilmund Jacobsen)

Onnur tíðindi