Brúgvin við Streymin

Ein av fyrstu døgunum verður farið undir at gera klárt at umvæla føturnar til brúnna um Streymin.

Fyrsti liður í hesum arbeiði verður at leggja grótverju út sunnan fyri brúnna frá Streymoyarlandinum, og út móti siglingarrennuni. Grótverjan verður somuleiðis byggipláss fyri tí arbeiði, sum gerast skal.

Streymviðurskiftini á staðnum gera arbeiði sera trupul og kann bert arbeiðast í besta streymi.

Onnur tíðindi