Brúgvin við Sandá væl á veg

Arbeiðið á brúnni við Sandá er komið væl áleiðis. Allar fyribilsundirstyðingar undir brúnni eru niðurtiknar, stál- og betongarbeiðið er liðugtgjørt.

Í gjár varð gongd sett á sjálvt asfaltarbeiðið. Tá asfalteringin er liðug, er eftir at montera ljós og gera aðrar smærri uppgávur á brúgvadekkinum liðugt.

Afturgerðin av lendinum við brúnna er byrjað. Tað arbeiðið umfatar gøtur, ljós, leiðingar tvørtur um ánna o.a.

 

Onnur tíðindi