Brúgvin við Kringluvegin

Brúgvin, ið samanbindur sambindingarveg við Ytra ringveg, er ein størri betongbrúgv, sum skal ganga um Klingruvegin beint norðan fyri býlingin Millum Gilja íí Tórshavnar kommunu.

Fundamentini til brúnnaeru nú stoypt. Vit byggja upp forskallingskonstruktiónina úr timbri og stáli, og armeringsarbeiðið er væl ávegis.

Dragirør eru løgd í brúgvadekkið. Vit eru við at seta uttara forskallingsvegg upp og stoypa brúgvavangar og dekkið, sum verður gjørt í einari og somu stoyping.

Neyðugt varð við nakað av spreingiarbeiði í byrjanini av arbeiðinum, fyri at gera sjálvt brúgvaarbeiðið smidligari og at gera flættingarnar, ið skulu binda vegirnar saman, betur.

Samanumtikið hevur gingist væl, hóast veðrið ofta var ilsligt fyrstu mánaðirnar av arbeiðinum.

 

Byggiharri: Landsverk

Tekniskur ráðgevi: HMP Consult

Arbeiðstakari: J&K Petersen Contractors

 

Onnur tíðindi