Brúgvin um Sandá

Sáttmálin, upp á 54,6 mió. kr., at byggja brúnna um Sandá, varð undirskrivaður í gjár og Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir spakan í morgin 9. juli kl. 11.00.

Hóast vit hjá J&K Petersen hava bygdt fleiri brúgvar, so er tað ikki á hvørjum degi, at brúgvar í hesi støddini verður bygdar í Føroyum. Tí er hetta ein stór og spennandi avbjóðing fyri okkum.

Brúgvin verður 140 m long, 14,5 m breið og umleið 16 m høg, har hon er hægst.

Ætlanin er, at brúgvin, sum er snøgg, einføld og eitt prýði fyri økið, skal standa klár á Ólavsøku komandi ár.

Sandá verður ikki rørd. Brúgvin um ánna er tillaga landslagi, ið saman
við ánni eru vøkur frá náttúrunnar hond. Tá brúgvin er liðug, verður
gjørligt at ganga fram við áarbakkanum.

 

Onnur tíðindi