Brúgvin um Sandá er sett í sín upprunastand

“Nýggja” brúgvin um Sandá varð alment tikin í nýtslu í dag.

Brúgvin, sum upprunaliga er frá 1925, er nú sett í upprunastand, og hetta arbeiðið hava J&K Petersen staðið fyri.

Í 1988 varð farleiðin til Sandoynna førd um Gomlurætt, og tá bleiv brúgvin styrkt við betongdekki og autoverju fyri at halda til øktu ferðsluna. Eftir at nýggja leiðin um Velbastaðháls varð tikin í brúk í 2004, varð lítil og ongin ferðsla um brúnna við Sandá.

Brúgvin varð tó mett at hava siðsøguligt virði, og tí varð avgjørt at seta brúnna aftur í upprunastand.

Betongdekk og autoverja eru tikin burtur og partar av brúnni eru lagaðir av nýggjum. Harumframt er girðingin gjørd aftur, sum hon var áðrenn øktu ferðsluna.

J&K Petersen fóru undir arbeiðið í 2019, og í dag stendur brúgvin aftur, júst sum hon gjørdi í 1925.

Partar av brúnni eru lagaðir av nýggjum og hava fingið nýggja fugu

Girðingar á brúnni eru gjørdar sambært krøvum og standardum, sum vóru galdandi í 1925. Tí eru girðingarnar opnari enn vanligt er í dag.

Heðin Mortensen, bogarstjóri, sigur nøkur orð um søguna hjá brúnni. M.a. kostaði brúgvin 12.487 krónur at gera í 1925, og varð tá, sambært Tingakrossi, mett at “varða í allar ævigar tíðir”
Heðin Mortensen, borgarstjóri og Suni Christiansen, projektleiðari hjá J&K Petersen greiða frá arbeiðnum við brúnni
Onnur tíðindi