Brúgvaarbeiðið um Sandá

Nú er rættulig gongd í arbeiðinum at gera brúnna um Sandá, millum Argir og Velbastaðvegin. Hóast onkra størri og nakrar minni byggitekniskar avbjóðingar gongur skjótt framá.

Brúgvin, ið hevur eitt einfælt og snøgt snið, verður eitt prýði fyri økið. Hon tekur ikki óneyðuga nógv pláss í landslagnum, tí landslagið og Sandá eru vøkur frá náttúrunnar hond.

Áin verður ikki rørd, og tað verður gjørligt at ganga fram við áarbakkanum.


Onnur tíðindi