Brúgv við kringluvegin

Í samband við at samanbinda sambindingarveg við Ytra ringveg í Tórshavnar kommunu, eru vit í holt við at stoypa fundament til brúgv, og væl hevur gingist. Serliga hesar seinasta tíðina við góðum veðri hevur hilnast væl við arbeiðinum. Hóast veðrið ofta var ilsligt í vetur og í byrjanini av várinum, hevur gingist støðugt framá við byggingini av brúnni.

Neyðugt hevur verið við nakað av spreingi arbeiði, fyri at gera sjálvt brúgvaarbeiðið smidligari og at gera flættingarnar, sum skulu binda vegirnar saman, betur.

Onnur tíðindi