Brúgv tekur skap

Brúgvin við Sandá er nú við at taka skap. Rættulig gongd er komin í arbeiðið at gera tey berandi betong beinini til brúnna millum Argir og Velbastaðvegin.

Hóast tað ofta hevur verið sera kalt og ilsligt at arbeiða, so gongur skjótt og væl framá við jørð-, stál- og betongarbeiðinum.


Onnur tíðindi