Bilførari til pumpubil hjá J&K Betong.

Søkt verður eftir bilførara til pumpubil.

Sum førari av bilinum fært tú tætt samband við okkara kundar, og tú verður partur av einum dynamiskum toymi av bilførarum og starvsfólkum, ið hava nomið sær servitan innan betongøkið. 

Krøv til umsøkjaran: 

  • Hevur koyrikort (C)
  • Tú ert tænastusinnað/ur
  • Tað er umráðandi, at tú er ágrýtin, røkin og álítandi.
  • Tú hevur góð samstarvsevnir og er sjálvstøðug/ur

Vit bjóða tær:

Góð og skipað arbeiðsviðurskifti við nútímans útgerð. 

Løn og setanartreytir:

Talan er um fulltíðarstarv. Løn eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt. 

Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband Finnur Joensen, HR-leiðara á tlf. 585036. Ring tlf. 585036 ella send umsókn á: starv@jkp.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 10. mai 2021.

Um J&K Betong / J&K Petersen Contractors:

J&K Betong er partur av virkseminum hjá J&K Petersen Contractors. Í J&K Betong starvast 8 dugnalig starvsfólk. J&K Betong veitir betong til alt betongarbeiði. Vit veita dygdarbetong til sethús, garðar, bilhús, fjós, virkisbygningar, havnagerð, tunnlar o.a. J&K Betong veitir betong, sum hevur ymiska styrki. Í allari fyritøkuni starvast um 170 starvsfólk.

Onnur tíðindi