Tað gongur væl við lendis- og kloakkarbeiðinum til tann nýggja fyrisitingarbygning hjá Bakkafrost á Glyvrum.
Arbeiðið er nærum liðugt á landi, og tað, sum eftir er, er graviarbeiðið fyri fundamentum í sjónum.
Tá bygningurin er liðugur, skal fyllan í sjónum gravast burtur, og nýtast til ein nýggjan pir.