Arbeiðsfólk til J&K Petersen – starvsstað Hoyvík

Søkt verður eftir tveimum arbeiðisfólkum til at halda eitt av okkara byggiplássum ruddiligt.

Uppgávurnar eru millum annað at:

  • organisera amboðsskúr
  • flyta tilfar runt
  • halda økið ruddiligt
  • rigga plássið av

Vit vænta, at tú møtir væl upp og ert røkin. Eingi onnur krøv eru til royndir ella útbúgving.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til trukk.

Umsóknarfreistin er 14. august. Starvsbyrjan er 22. august, og arbeiðið endar síðst í oktober. Møguleiki verður fyri at halda fram á øðrum plássum aftaná.

Løn og treytir sambært sáttmála. Talan er um tímalønt fulltíðarstarv.

Fá meir at vita um starvið við at seta teg í samband við Pól Mohr, verkætlanarleiðara, á telefon 585016. Umsókn skal sendast til pol@jkp.fo.

Onnur tíðindi