Súsanna okkara samskipari í burðardygd

Súsanna Vang Toftegaard er sett sum samskipari í burðardygd hjá J&K Petersen. Hon byrjar í starvinum 1. mai.

Súsanna er best kend úr ferðavinnuni, har hon hevur bæði drúgvar leiðsluroyndir og royndir við at arbeiða við burðardygd.

Súsanna verður við til at seta burðardyggar loysnir og skipanir í verk. Hetta so J&K Petersen støðugt er við til at flyta føroyska byggivinnu fram á grønu leiðini.

Vit ynskja Súsonnu hjartaliga vælkomna til J&K Petersen.

Melda til okkara tíðindabræv

Loading