40.000m3 av gróti slept

Nú eru um 40.000 m3 av gróti slept í samband við útbyggingina av Tórshavnar Havn. “SIRI” hevur silgt síðani 6. februar 2017 og sæst tað væl á myndini hvar grótið er slept. Uppmátingin er gjørd av Landsverki við fleirstrálu ekkoloddi. Arbeiðið hevur gingið væl og hevur arbeiðið, at føra grót úr brotinum oman á Gulan á Glyvursnesið, eisini gingið væl.

Nýggi grógbáturin “Ragnhild” fer væntandi í sigling fyrst í komandi viku. Í hesi vikuni fer “Ragnhild” royndartúrar, fyri síðani at koma inn í siglingina.

Onnur tíðindi