3 lærlingar hava staðið sveinaroyndina innan timburfakið

3 av okkara timburlærlingum hava staðið sveinaroyndina sum húsasmiðir. Sveinaroyndin var tikin á timburdeildini á Glasir. Vit ynskja lærlingunum hjartaligani tillukku við sveinaroyndini.

Nú er bert eftir at bíða til lærutíðin er liðug. Seinni í ár kunnu hesir kalla seg sveinar.

Vit vilja ynskja Bent Rubeksen hjartaligani tillukku við góða úrslitinum. Bent fekk hægsta karakter í flokkinum.

Á myndini síggjast frá vinstru:

Martin Rói Vilhelmsen, Mikal Fríði Eyðunsson og Bent Rubeksen.

Finn Christensen starvast hjá J&K Petersen sum formaður og er sjálvur útbúgvin húsasmiður. Hann hevur ábyrgdina av at lærlingarnir trívast og fáa fakligar avbjóðingar. Her sæst Finn handa lærlingunum blómutyssi.

P.s.Kundi tú hugsa tær at gjørt sum hesir? so ert tú vælkomin at søkja um lærupláss hjá okkum. Vit skulu seta 2 nýggjar lærlingar innan timburfakið eftir summarferiuna. So um tú ert áhuga/ur í at koma í læru ert tú meira enn vælkomin at seta teg í samband við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðari hjá J&K Petersen Contractors á tlf. 585036.

Onnur tíðindi