20 ára starvsdag

Fyri gott 20 árum síðani, byrjaði Birgir Bærentsen í starvi hjá J&K Petersen, og hava vit í dag heiðrað Birgir við lítlari samkomu á Hjalla.

Stein Olvur Petersen, stjóri, helt eina røðu og handaði jubilarinum eitt blómutyssi. Í røðuni nevndi hann millum annað, at Birgir varð settur í starv um várið í 1998 og kundi hann vænta, at J&K hevði arbeiði fram til jóla, tað árið, ið Birgir byrjaði.

Birgir tók síðani orðið og helt fyri, at hann hevur trivist væl í starvi hjá J&K Petersen, og at útlitini, tá ið hann byrjaði í starvinum fyri 20 árum síðani, ikki vóru av tí bestu, tá hann hevði fingi at vita, at J&K bert hevði arbeiðifram til jóla tað árið. Birgir ásannaði tó, at hann hevur hildið nógv jól hjá J&K síðani tá.

Vit eru sera glað fyri at hava starvsfólk sum Birgir Bærentsen í starvi hjá okkum.

Í heilsanini til Birgir í dag stóð millum annað:

Vit hjá J & K Petersen vilja ynskja tær hjartaligani tillukku við 20 ára starvsdegnum.

Vit vilja eisini takka tær fyri góða og drúgva tænastu í fyritøkuni og vilja samstundis takka fyri títt nærlagni og tín arbeiðsstíl, ið smittar av á okkum onnur.

Vónandi fáa vit nógv og góð ár saman í framtíðini.

Onnur tíðindi