Verkætlanir

Ferjulegan á Krambatanga liðug

So er arbeiðið at gera ferjuleguna á Krambatangi liðugt og hevur tað gingist eftir ætlan. Økið verður liðugt planerað í oktober. ...

>>

Avtalan at útbyggja Eystaru bryggju undirskrivað

Í dag undirskrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommuna, og Stein Olvur Petersen, stjóri í J K Petersen, avtaluna um at útbyggja Eystaru bryggju í Havn. So er klárt at fara undir verkætlanina eftir eina 3-4 ára langa tilgongd. Talan verður...

>>

Útbygging við Krambatanga

Fyrr í ár undirskrivaðu J K Petersen og Landsverk undir sáttmála um at leingja ferjuleguna við Krambatanga. Við útbyggingini verða atløguviðurskiftini munandi betri hjá Smyrli. Útbyggingin fevnir um eina leingjan av atløgusíðuni við Krambatanga upp á einar 40 m. ...

>>

J&K gera parkeringsøkið við flogvøllin

Hósdagin 7. juli 2016 skrivaðu Stein Olvur Petersen, stjóri í J K, og Jákup Sverri Kass, stjóri í P/F Vága Floghavn sáttmála um útbygging av parkeringsøkinum við flogvøllin. J K skal gera vanliga jørð- og asfalteringsarbeiðið umframt at skýli skal byggjast,...

>>

Sáttmáli undirskrivaður á 50 ára degnum hjá Havsbrún

Á 50 ára føðingardegnum hjá Havsbrún, sum var hátíðarhildin í nýggju hølunum hjá felagnum, skrivaðu Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, og Stein Olvur Petersen, stjóri í J K, undir sáttmála um bygging av nýggjari fóðurgoymslu í Fuglafirði. Fyrr í mánaðinum vann...

>>

Brúgvin við Sandá tikin í brúk

Leygardagin 28. mai varð Brúgvin um Sandá tikin alment í nýtslu. Heilt fitt av fólki var komið at uppliva løtuna øll kunnu ferðast um snotiligu brúnna. Brúgvin hevur eitt einfælt og snøgt snið og er eitt prýði fyri økið. Hon tekur ikki...

>>

J&K vann hallarútbyggingina

J K Petersen átti lægsta tilboðið viðvíkjandi útbyggingini av Ítróttarhøllini á Hálsi. Samlaða tilboðið hjá J K var um 9 milliónir krónur og metingin var áleiðis 8 milliónir krónur. Boðini vóru: J K Petersen 9.064.613,- ...

>>

Í gongd við stoypingina av kai í Fuglafirði

Nú er arbeiðið at gera seinru bryggjuna, frystikaiina í Fuglafirði, komið so væl áleiðis at byrja verður at stoypa atløgukantin, nú páskavikan er farin aftur um bak. Byrjað varð í november 2015, so sigast kann, at væl hevur gingist...

>>

J&K vunnið Skansabryggju lisitatiónina

Fyrr í mánaðinum varð arbeiðið at útbyggja kaiina í Havn boðið út. J K Petersen átti lægsta tilboðið. Útbyggingin av Skansabryggjuni er millum størstu anlegsbyggingar í landinum nakrantíð. Samlaða tilboðið hjá J K var um 387 mió. kr. og metingin...

>>

Fótbóltsvøllurin í Hoyvík væl áleiðis

Arbeiðið at gera fótbóltsvøllin í Hoyvík gongur eftir ætlan, og er arbeiðið komið væl áleiðis. Ein kann nú veruliga síggja byrjandi skap av vølli. Vit eru í gongd við at planera fyri drenrørunum, og leggja seinastu hondina á arbeiðið uttan fyri...

>>

Koblingarstøð í Runavík

Í samband við økta virksemið í Runavík, hevur elfelagið, SEV, tikið stig til at byggja Koblingarstøð í Runavík. Bygningurin, sum liggur norðanfyri Magn, er 264 m² til støddar. Niðara hæddin er 202 m² og ovara hæddin er 62 m². Ein transformaragarður verður vestanfyri,...

>>

Bakkafrost fyrisitingarbygningur

Tað gongur væl við lendis- og kloakkarbeiðinum til tann nýggja fyrisitingarbygning hjá Bakkafrost á Glyvrum. Arbeiðið er nærum liðugt á landi, og tað, sum eftir er, er graviarbeiðið fyri fundamentum í sjónum. Tá bygningurin er liðugur, skal fyllan í sjónum...

>>

Í gongd við fótbóltsvøll í Hoyvík

Nú verður veruliga farið í gongd við byggiøkið og fótbóltsvøllin í Hoyvík. Í gjár vórðu sáttmálarnir um nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík og útstykkingina Oman Gil undirskrivaðir. Fyrst í mai byrjar arbeiðið at grava har, ið vøllurin verður. So fer sprongiarbeiðið...

>>

Jørðarbeiðið til bygning á Óðinshædd byrjað

Vit í J K eru komin væl áleiðis við jørðarbeiðinum á Óðinshædd, har skrivstovubygningur skal standa klárur um árskiftið. Avgrevsturin er um at verða liðugur, so vit kunnu byrja bori og spreingiarbeiðið í nærmastu framtíð. Harnæst kemur planeringin. ...

>>

Turrdokk í Harstad

J K hevur fingið nýggja uppgávu at loysa frá størstu byggifyritøkuni í Noregi, Veidekke, sum í 2013 hevði ein umsetning upp á einar 22 mia. norskar krónur. Við Siri og graviflakanum, Pollinum og eini CAT gravimaskinu við langarmi,...

>>

Brúgvin um Sandá

Sáttmálin, upp á 54,6 mió. kr., at byggja brúnna um Sandá, varð undirskrivaður í gjár og Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir spakan í morgin 9. juli kl. 11.00. Hóast vit hjá J K Petersen hava bygdt fleiri brúgvar, so er tað...

>>

Eystara síða á Tórsvølli

Betongveggir og stuðlaveggir til búðir við eystara síða á Tórsvølli eru nú komnir upp. Fundament eru liðugtstoypt og lendið er tyrvt og slættað. Nú um dagarnar verða stálsúlur, ið skulu bera stóra stáltakskonstruktiónina, settar upp uppi yvir áskoðaraplássini á eystaru síðu....

>>

Bryggjan í Fuglafirði

Arbeiðið at víðka bryggjuna í Fuglafirði er byrjað og væl gongur. Graviflakin hjá okkum, Pollurin, og J K starvsfólk eru í gongd við at gera klárt til at seta spunsvegg niður. Arbeiðið, sum er í...

>>

Innsiglingin til Skopunar havn ruddað

Arbeiðsfólk hjá J K Petersen á graviflakanum, Pollinum, hava í seinru helvt av august og september arbeitt við at rudda innsiglingina til Skopunar Havn. Nú er ruddað og grótið burtur.Løgtingið játtaði í summar 2 milliónir krónur til arbeiðið at beina burtur tað stóra...

>>

Skúlin við Marknagil

Byggingin av skúladeplinum við Marknagil, ið fer at hýsa einum samanløgdum studentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla við felags hentleikum og felags leiðslu, gongur eftir ætlan. Nú sæst av álvara rúm í byggjarínum, og ein hómar samlaðu støddini av skúlanum. Arbeiðstøkurnar...

>>

Koplingarstøðin í Húsahaga

Koplingarstøðin í Húsahaga er veruliga við at taka skap. Hon fer at styrkja um streymveitingina til Havnina, og fer støðin at taka ímóti streymi frá vindmyllunum á staðnum, og leiða streym inn á 60 kV netið hjá SEV. Koplingarstøðin verður...

>>

Brúgvin við Kringluvegin

Brúgvin, ið samanbindur sambindingarveg við Ytra ringveg, er ein størri betongbrúgv, sum skal ganga um Klingruvegin beint norðan fyri býlingin Millum Gilja í í Tórshavnar kommunu. Fundamentini til brúnna eru nú stoypt. Vit byggja upp forskallingskonstruktiónina úr timbri og stáli,...

>>

Bygningur á Tórsvølli

Nýbygningurin, sum stendur við landsynningsendan av Tórsvølli, verður í trimum hæddum, og er kombineraður fyrisitingarbygningur við áskoðaraplássum og skýli. Í løtuni verður bygningurin innlokaður. Lendisarbeiðið er gjørt, og betongveggir eru stoyptir í trimum hæddum. Hetta umframt at káplar og rørleggingar eru lagdar. Slag...

>>

Útstykking í Kvívík

Um mánaðarskiftið juni juli var sett á at grava fyri útstykking í Kvívík. Í hesum døgum verður gravað, borað, sprongt og planerað fyri vegi og 6 grundstykkjum Frammi í Gerði. J K Petersen ger lendið byggibúgvið, íroknað...

>>

Bygma Balslev nýbygningur

Arbeiðið at taka niður bygning og byggja nýggjan bygning, byrjaði við at ríva niður hølir har móttøkan, sølan og leiðslan hjá Bygma Balslev hildu til. Síðani havi vit reist ein nýggjan bygning og inniloka hann. Bygningurin skal rúma leiðslu, bókhaldi, sølu, framsýning og arbeiðisfólkum...

>>

Brúgvin við Streymin

Ein av fyrstu døgunum verður farið undir at gera klárt at umvæla føturnar til brúnna um Streymin. Fyrsti liður í hesum arbeiði verður at leggja grótverju út sunnan fyri brúnna frá Streymoyarlandinum, og út móti siglingarrennuni. Grótverjan verður somuleiðis byggipláss fyri tí arbeiði, sum gerast...

>>

Smoltstøðin á Norðtoftum

Nýbyggingin av smoltstøðini á Norðtoftum er at enda komin. Bygningsarbeiðið, sum J K Petersen Contractors hevur gjørt fyri Bakkafrost Farming á Norðtoftum í Hvannasunds kommunu, byrjaði um mánaðarskiftið februar og mars 2013. Arbeiðið, sum J K hevur gjørt...

>>

Sambýlið fyri sálarsjúk í Havn

Arbeiðið at byggja sambýlið fyri sálarsjúk í Havn byrjaði um miðjan februar 2013, tá Annika Olsen, landsstýrismaður í heilsumálum, setti spakan í. Byggingin umfatar alt arbeiðið frá útgrevstri til lidnan bygning. Byggingin er býtt upp í 5 undirbygningar, har bygningur 1, 2, 3, eru undir...

>>

Sørvágs skúli

Fríggjadagin 21. februar var skúlin í Sørvági klárur at taka í brúk. Talan er um eina samanbygging við nýggjum innrættingum og nýggjari forhøll vm. Arbeitt hevur verið við: Nýbygging av forhøll og tenging av hesari til verandi bygningspartar Innrætting...

>>

Bingjuhavn á Oyrareingjum

Havnarlagið frammanfyri nýggju bingjuhavnina er dýpt niður á -13 metrar. Tilfarið, ið grivið er upp, er síðani silgt út á streymasjógv við grótbátinum "SIRI". Ein 220 metra long spunskei við 12 metra dýpi fram við bryggjukantinum er bygd. Ein atløgubryggja til Norrønu og onnur...

>>

Íbúðir á Boðaneshamri

Grundstykkið á Boðaneshamri er býtt upp í 2 partar. Annar parturin er til 32 íbúðir og hin parturin er 6 grundstykkir. Íbúðarbyggingin er gjørd sum 2 lonir við 16 íbúðum í hvørjum. Byggingin er gjørd í 2 hæddum og íbúðirnar eru forskotnar millum hæddirnar. Framleiðslan...

>>

Landssjúkrahúsið

Arbeiðið byrjaði við niðurríving innan í millumbygninginum. Har er so nýggj móttøka, kantina og bíðihølir gjørd. Seinra umbyggingin umfatar niðurríving og endurbygging av sterilcentralinum. Aftaná niðurríving er konstrutiónirnar styrktar áðrenn nýggj hædd er bygd omaná. Nýggjur sterilcentralur er gjørdur umframt renovering av...

>>

Norðoyatunnilin

Undirsjóvartunnilin er gjørdur av einum samtaki við J K Petersen, NCC Danmark, NCC Norge og Byggitek. Tunnilin er 6,3 km til longdar og er longsti undirsjóvartunnil í Føroyum. Djúpasta punktið er 150m undir havyvirflatanum. Tunnilin er 10 m breiður. Mesta hall er 6...

>>

Vatntunnilin frá Skála til Blásenda

Arbeiðið at bora vatntunnilin frá Skála til Blásenda fyri SEV er nú komi somikið áleiðis, at bert er eftir at taka borimaskinuna út úr tunlinum. Síðan skal stoypast fyri norðara endan. Væntandi verður hettar arbeiði liðugt í oktobermánað í ár. ...

>>