Maskinførarastarv til 390F

J&K Petersen Contractors søkir eftir royndum Maskinførara at byrja í skiftisvaktum.

Í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar Havn søkir J & K Petersen eftir royndum førara til Gravimaskinur.

Vit hava tørv á førara til okkara CATgravimaskinu. Tann ið settur verður skal vera royndur maskinførari.

Arbeiðið á Glyvursnesi er skipað í 3 skiftislið. Skiftisliðini arbeiða í náttar-, og dagvaktum. Vaktirnar vera skipaðar í 11 tíma vaktum. Arbeitt verður 1 viku á kvøld/náttarvaktum, 1 viku á dagvaktum og 3 vikan er frívika.

Arbeiðsuppgávur:
• At koyra CATERPILLER maskinur.
• Viðlíkahald og reinhald av maskinuni.

Vit vænta at tú:
• Megnar at handfara og koyra maskinurnar.
• Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.

Løn sambært avtalu millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknir við prógvum, CV. við meira skulu sendast við mail á: starv@jkp.fo

Um spurningar eru í samband við starvið eru tit vælkomin at tosa við Eyðfinn Lenvig, tekniskur stjóri á tlf. 585002 ella við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Um J & K Petersen

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum. Felagið fæst við jørð- og betongarbeiði, umframt bygnings- og havnaarbeiði. Umleið 130 fólk starvast hjá J & K. J & K er eitt arbeiðspláss, ið hevur drúgvar og góðar royndir við anlegsarbeiðum/verklagsarbeiðum, dýpingararbeiðum, byggiarbeiðum og havnaarbeiðum í øllum landinum.