Lærlingar til byggismið

Lærlingar til byggismið.

Ert tú til reiðar at gerast partur av komandi ættarliði av handverkarum sum koma at mynda Føroyska bygging, er tað møguliga tær vit leita eftir.

Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir 2 lærlingum til byggismið.

Lærlingarnir koma í tøttum samstarvi, við handverkarar í fakinum, at loysa ymiskar smærri og størri verkætlanir. Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, og fær lærlingurin innlit og royndir á nógvum økjum í fakinum.

Ert tú álítandi og ágrýtin átti tú at søkt lærupláss.

Gongdin í handverkaravinnuni fer greitt tann vegin, at vit fáa størri tørv á byggismiðum. Um tú lærir til handverkara hevur tú eina trygga framtíð í vænti, hvat arbeiði viðvíkur.

Vit ynskja lærlingar ið eru stoltir av sínari faki og eru:

álítandi og taka ábyrgd í arbeiðinum

hava góð samstarvsevnir

eru arbeiðssamir, røknir og fyrikomandi

eru ágrýtnir

Lærutíðin er 4 ár, og verur skúlagongdin í Danmark. Skúlagongdin er skipað í samráð við útbúgvingarmyndugleikan.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina við at fylgja hesi leinkju, ella við at venda tær til Finn Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Handverkarafelag.

Umsóknir og CV skulu sendast til: starv@jkp.fo í seinasta lagi 15. februar 2018.

Um J&K Petersen:

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði arbeiðir fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 150 fólk starvast í fyritøkuni.

Føroysk bygging – Fakligur stoltleiki