Kom í læru sum Byggismiður ella í læru sum Timburmaður.

1529080561

Lærlingar til byggismið og timurlærlingar

Byggideildin hjá J&K Petersen søkir eftir 2 lærlingum til byggismið og 2 lærlingum til Timburmann.

Lærlingarnir koma í tøttum samstarvi, við handverkarar í fakinum, at loysa ymiskar smærri og størri verkætlanir. Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar, og fær lærlingurin innlit og royndir á nógvum økjum í fakinum.

Ert tú álítandi og ágrýtin átti tú at søkt lærupláss.

Gongdin í handverkaravinnuni fer greitt tann vegin, at vit fáa størri tørv á byggismiðum. Um tú lærir til handverkara hevur tú eina trygga framtíð í vænti, hvat arbeiði viðvíkur.

Vit ynskja lærlingar ið eru stoltir av sínari faki og eru:

álítandi og taka ábyrgd í arbeiðinum

hava góð samstarvsevnir

eru arbeiðssamir, røknir og fyrikomandi

eru ágrýtnir

Lærutíðin er 4 ár, og verur skúlagongdin í Danmark til byggismið og í Føroym hjá timburmonnum. Skúlagongdin er skipað í samráð við útbúgvingarmyndugleikan.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina við at fylgja hesi leinkju, ella við at venda tær til Finn Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 585036.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Handverkarafelag.

Umsóknir og CV skulu sendast til: starv@jkp.fo. Vit seta 2 strøv í aug. 2018 og 2 størv í jan. 2019 og 2 størv í aug. 2019.

Um J&K Petersen:

J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði arbeiðir fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 180 fólk starvast í fyritøkuni.

Føroysk bygging – Fakligur stoltleiki