Avtalan at útbyggja Eystaru bryggju undirskrivað

Í dag undirskrivaðu Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommuna, og Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, avtaluna um at útbyggja Eystaru bryggju í Havn. So er klárt at fara undir verkætlanina eftir eina 3-4 ára langa tilgongd.

Talan verður um at útbyggja verandi molan út í Nólsoyarfjørð.

Tá ið Eystara bryggja er liðugt útbygd fer Nólsoyggin og fjørðurin at síggjast av Skansanum, umframt at útsýnið frá Sandagerði framvegis verður opið út móti Nólsoynni.

Víddin á nýggju útbyggingini er umleið 95.000 fermetrar og verður arbeiðið eftir ætlan latið Tórshavnar havn tann 30. november 2019.